Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur
5. august 2025
Og ansið serliga væl eftir teimum, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur.
Tann 13. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.