BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


16-12-2016

Vitjanartænasta fyri eldri á Tvøroyri

Tvøroyrar Kommuna fer nú, í samstarvi við Reyða Kross Føroyar, undir skipaða vitjanartænastu fyri eldri á Tvøroyri.

Starvsfólk hjá kommununi hava nú í nakrar vikur, verið miðvíst í gongd við at fáa tænastuna upp at standa. Reyði Krossur Føroyar vitjaði herfyri Tvøroyrar Býráð og greiddi har frá, hvussu skipanin virkar í Tórshavn. Jóannes Eidesgaard, formaður, Eyrith Guttesen Leyni og Marin Samuelsen, ið vara av vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi, vóru í býráðssalinum og løgdu fram og svaraðu spurningum.

Álit er lyklaorðið í einari tílíkari skipan og tí løgdu umboðini fyri Reyða Kross stóran dent á, at kommunan átti at finna tvey góð umboð at standa á odda fyri skipanini, samstundis sum kommunan syrgir fyri sjálv at halda um endan. Á henda hátt, fær skipanin best møguligu byrjan.

Tvey uppløgd evni vóru Elisabeth Matras Olsen og Hildigarð Jacobsen, ið frammanundan taka sær av eldrahugnanum á Tvøroyri. Tær vóru beinanvegin til uppgávuna fúsar. Hin 2. Desember vóru tær báðar, saman við starvsfólkum hjá kommununi, í Tórshavn og vitjaðu Reyða Kross, har tær fingu svar á íkomnar spurningar, vegleiðing og íblástur.

Reyði Krossur Føroyar og Tvøroyrar Kommuna verða aktivir viðspælarir til vitjanartænastuna, kanska serliga í byrjanini, tá nógv skal fyrireikast. Nú eru fyrireikingarnar tó komnar so mikið ávegis, at vit seta tænastuna í verk. Fyrsta vitjanin var í Froðba í dag, tá Hildigarð og Elisabeth stukku inn á gólvið hjá Evonu Petersen.

Evona er 84 ára gomul og býr einsamøll í lítlum, hugnaligum húsum í Froðba. Hon er froðbingur um ein háls, men búði frá 1963-1995 í Tórshavn, har hon millum annað starvaðist í Idé-húsinum, Bacalao og á Landssjúkrahúsinum. Evona var gift við Olivur á Talli í Froðba, sum ikki er ímillum okkum longur. Evona fær gerandisdagin at ganga við ymiskum húsligum, so sum bakstri, ið bæði Hildigarð og Elisabeth lovprísa henni fyri. Hon situr nógv einsamøll og tí hevði Evona beinanvegin mót uppá at royna at fáa vitjan. Hon kennir fleiri, ið sita einsamøll og ivaleyst fara fleiri teirra at vísa áhuga. Ein sera hugnalig og gevandi løta í Froðba.

Hildigarð og Elisabeth valdu at taka sær av fyrstu vitjanini sjálvar, tí í næstum fara tær undir at finna vitjanarvinir.Tær hildu tað vera týdningarmikið, at tær sjálvar vistu 100% hvat tað er at vera vitjanarvinur. Tvøroyrar Kommuna er sera glað fyri at vit hava borgarar við áræði og dirvi til at fara undir slíkt. Ein slík tænasta fer at gagna okkara eldru í alstóran mun.

Um onkur er, ið hevur áhuga í tænastuni, óansæð um tað er at fáa vitjan ella at vera vitjanarvinur, so ery tey vælkomin at seta seg í samband við Hildigarð Jacobsen á 255754 ella Elisabeth á 263060. Reyði Krossur Føroyar fegnast, sum vera man, eisini um, at tænastan nú fer útum Tórshavn. Marin Samuelsen sigur, at tað er gleðiligt at Tvøroyrar Kommuna handlar so skjótt og longu nú, fáar vikur eftir fyrstu vitjanina frá Reyða Krossi, sjósetur vitjanartænastuna. Hon gleðir seg til samstarvið og sigur, at Reyði Krossur Føroyar altíð er til taks at hjálpa.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn