BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - GREINAR


28-05-2020

Nú verður flag lagt á tekjuna á barnagarðinum

Barnagarðurin Mýrifípan nærkast alsamt degnum, har alt arbeiðið er liðugt. Eitt av arbeiðunum, ið eftir ætlan skuldi gerast sum eitt av teimum seinastu, var at leggja flag á tekjuna.

MTV-Byggivirki, ið er høvuðsarbeiðstakari av barnagarðinum, leggur flagið á. Mortan Vang, stjóri, sigur, at uml 880 fermetrar av flagi skal leggjast á tekjuna og harafturat skulu nakrir skráningar, kring barnagarðin, hava flag lagt á. Í alt er talan um uml. 12-1.300 fermetrar av flagi, ið er tikið úr Øravík. Arbeiðið kemur at taka eina góða viku, ella har á leið.

Sera snøgt sær tað út.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn