HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


06-03-2015

Vinnutátturin - John D. Hammer

 

Fyritøkan, ið kommunan vitjar í vinnutáttinum hesuferð, er handilin hjá John D. Hammer.

Tað var John sjálvur, ið stovnaði fyritøkuna í 1962. Tá fylti handilin ein fjórðing av tí, ið hann ger í dag. Sonurin, Torfinnur, rekur í dag handilin og vit hava gjørt eina samrøðu við hann, um handilin tá og fram til í dag.

“Tá pabba byrjaði handilin, var tað sum kolonialhandil. Sølan gekk fyri seg yvir ein disk, eins og vanligt var tá. Hóast dentur varð lagdur á matvørur og lutir til húsarhaldið, so fekst mangt og hvat í handlinum. Handilin varð rikin soleiðis fram til 1972, tá vit bygdu út og løgdu um til sjálvtøkuhandil. Úrvalið var framvegis blandað, men í byrjanini av 80-unum fóru vit eisini at selja klæðir. Hetta gekk so mikið væl, at vit í 1982 gjørdu av at byggja út, enn einaferð. Tá bygdu vit ovaru hæddina á húsunum, so tú kanst siga, at tað er okkurt við talinum tvey her hjá okkum, tí handilin er stovnaður í 1962 og bygdur út í ‘72 og ‘82”

Í dag prýðir eitt Samkeyp-skelti húsaveggin, men á Tvøroyri verður handilin bara nevndur “hjá John Hammer”. Handilin hevur eisini altíð verið rikin av familjuni Hammer, við undantaki av tíðarskeiðinum uml. 1985-1990, tá handilin varð leigaður av FK og hevði hølir longur inni í býnum.

“Vit tóku yvir eftir Pabba í uml. 2000, tá heilsan hjá honum fór at bila. Bróður mín Hentzar bleiv stjóri, meðan eg havi tikið mær av dagliga rakstrinum av handlinum. Sølan hjá okkum hevur verið rættuliga støðug øll árini, tó kann sigast, at tá vit 1. Juli 1998, sum tey fyrstu á staðnum, fóru at hava longur opið gerandisdagar og leygardagar, tá kvinkaðist sølan nakað væl uppeftir. Hetta hevur einamest verið, tí vit hava verið einsamøll opið hesar tíðir. Í dag eru fleiri, ið hava leingi opið og tí hava vit so aftur valt at broyta upplatingartíðirnar og lata vit nú aftur kl. 20:00 um kvøldarnar.

Handilin er framvegis kolonialhandil, men í  árunum eftir at bókbindarin, Erning, hvarv úr býarmyndini, byrjaðu vit eisini at selja skrivstovuútgerð. Á hyllum okkara eru tískil eisini printarar, printarapatrónir, pappír, talvur og annað, ið hoyrir skrivstovuni til. Beinanvegin tá pabba byrjaði handilin, vóru eini 3-4 fólk knýtt at fyritøkuni. Í dag eru vit 5-6, ið starvast í fyritøkuni: Torfinnur, Helena, Rannvá, Gunleyð, Rebekka og Hentzar.”

Ein handil við skjótt 53 árum á baki, hevur sjálvandi eina ríka søgu og eg spurdi Torfinn um, hvussu tað gekk við handlinum í dag. "Tað gongur hampuliga væl, vil eg siga. Vit hava nakrar ótrúliga trúgvar kundar, ið hava verið dagligir gestir í eitt mannaminni og tað er ofta sera stuttligt at fáa vitjan av hesum fólkum, tí tað verður ofta til eitt gott prát. Skipini á staðnum hava eisini altíð verið góðir kundar hjá okkum og hava provianterað her. Tíverri er lokali flotin minkaður nógv, men tað munaði sera væl, tá Varðin Pelagic kom. Fleiri av skipunum, ið landa til Varðan, eru sera góðir kundar hjá okkum og eru vit sera takksom fyri tað. Tvøroyrar Kommuna hevur eisini altíð verið ein trúgvur kundi hjá okkum. Vit veita bæði skrivstovuútgerð, og eitt nú frukt og grønt, til kommununa sjálva og stovnarnir undir henni.”

Eftir at hava virkað á staðnum so mong ár, er nærliggjandi at spyrja, um ætlanin er at halda fram á sama hátt. “Ja, í løtuni hava vit ikki ætlanir um at broyta nakað. Gott nokk hava vit júst gjørt stórar broytingar í niðaru hæddini, har skrivstovuútgerðin nú eisini er at finna, men størri broytingar eru ikki á tekniborðinum júst nú. John D. Hammer hevur altíð verið ein familjufyritøka burturav og er tað enn. Tó vildi eg mett, at núverandi ættarliðið er tað seinasta, ið fer at standa fyri handlinum. Eg haldi ikki, at næsta ættarliðið hevur ætlanir hendan vegin, men tað má tíðin so vísa.”

Eg spurdi Torfinn, um tað var nakað, ið hann kundi hugsa sær, at kommunan gjørdi, ella gjørdi betur, fyri vinnulívið í býnum: “Eitt, ið kundi verið gjørt, er ein dagførd vinnuskrá. Á tann hátt kundu ikki bara tey lokalu, men eisini turistar og onnur vitjandi, lætt kunnað sæð, hvat letur seg gera her á staðnum. Eisini kundi heimasíðan hjá kommununi verið nýtt til at kasta ljós yvir fyritøkurnar í býnum – alternativt hevði eisini borið til, at gjørt ein vinnuportal fyri Tvøroyri. Kundin í dag, ynskir at finna neyðugu upplýsingarnar skjótt og lætt og tílíkt hevði verið eitt stórt fet tann rætta vegin.”

Fyritøkan John D. Hammer heldur til Við Sílá 12 og ringjast kann til tey á tlf. 372198

Vit takka fyri prátið og ynskja fyritøkuni alt tað besta.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn