HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


16-04-2020

Nógv virksemi á Drelnesi

Landsverk hevur heitt á Tvøroyrar kommunu, um at fáa loyvið til at avskipa “Porkeris” grót av Drelnesi í eitt avmarka tíðarskeið, eftir at stórur skaði kom á brimverjuna í Porkeri 29. februar, av uppgangi, sum hevur viðført, at tað ikki ber til hjá stórum skipi at liggja í Porkeri.

 

Flytast skulu 30.000 ton. av gróti av Drelnesi, sum m.a. skal brúkast til liðugtgerð av Eysturoyartunnlinum. Grótið verður koyrt úr Skørðinum í Porkeri til Drelnes, har grótbáturin M/S Havfrakt tekur ímóti, og siglur hetta á Sund.

  

Tvøroyrar Kommuna og Landsverk hava undirskriva samstarvssáttmála hesum viðvíkjandi, fram til 30. Juni 2020, har serlig atlit vera tikin til ferðlsu og at minst møguligur ampi verður av larmi og dálking.  

 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn