HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


30-06-2020

Myndir av Tvøroyri frá 1969

Herfyri fingu vit forkunnugan teldupost sendandi. Telduposturin var frá Héléne Cantin úr Kanada, sum Í 1969 ferðaðist ta longu leiðina til Íslands, við skipinum “Gullfoss”.

Á ferðini legði Gullfoss at á Tvøroyri og Héléne hevur sent okkum tvær myndir frá løtuni landfast var við Tvørakei.

Tað er einki at dylja at havnalagið og býarmyndin er broytt ótrúliga nógv hesi góðu fimti árini síðan myndirnar eru tiknar, men enn kennist okkurt aftur, um vit hyggja at myndunum frá í dag, ið vit eisini hava viðfest. Til ber ikki heilt at taka myndir úr sama vinkli sum í 1969, men tað er á einari leið.

Hevur tú Facebook, so ber til at síggja myndir, ið skifta ímillum 1969 og 2020. Sí her
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn