HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


18-03-2022

Sjáldsom vitjan úr Noregi

 

Sjáldsom vitjan úr Noregi
Fólk flest hava lagt merki til skipið “Hordafor VII”, ið liggur við bryggju á Tvøroyri. Tað er ikki uttan orsøk, tí skipið hevur ongantíð vitjað býin áður.
Orsøkin til at skipið vitjar í løtuni, er fyrst og fremst fyri at kroka. Veðrið er heldur illsligt í løtuni og tí varð valt at fara inn á Trongisvágsfjørð at kroka. At valið fall á Tvøroyri er tó ikki av tilvild, tí skiparin er búsitandi á Tvøroyri – Pætur Holm, ið er ættaður úr Hvalba, men hevur búð í Ørðavíkarlíð seinastu, mongu árini.
Pætur sigur, at nú tá høvið beyðst, so valdi hann at fara inn her at kroka. Hordafor er ein kemikaliutankari, men kanska ikki sum tey flestu gita sær til. Í løtuni hava teir 155 tons av hvítfiski umborð. Hetta er fiskur, ið er malin til mjøl í stórum tangum og síðan tilsettur ymisk evni, ið ger at hann nú er sokallað fiskasúrløga. Skipið hoyrir til í Bergen og súrløgan teir hava umborð nú, er pumpað umborð í Salthella í Noregi.
Pætur hevur siglt sum skipari á Hordafor VII seinastu tvey árini, men hevur verið í reiðarínum síðan mars í 2016.
Pætur sigur, at teir loysa í morgin uml. kl. 15:00, tá leiðin gongur til Eiðis eftir 500 tonsum av malnum laksi og síðan gongur leiðin til Íslands.
Hordafor er bygdur í 1992, er 74,3 metrar langur og 15,2 metrar breiður. Nærri kunning um skipið sæst her https://tinyurl.com/47ywz8rt
Manningini á Hordafor VII verður ynskt ein framhaldandi góðan túr og takkað verður fyri vitjanina.

 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn