FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


09-10-2015

Viðarlundin við Stórá

 

Verkætlanin “Viðarlund við Stórá” er ein kommunal verkætlan við stuðli frá Fiskimálaráðnum.

Endamálið er at gróðurseta eina viðarlund í tilknýti til Ítróttardepilin við Stórá, bæði fyri at skapa lívd og fyri at fríðka um økið.

Landsskógarvørðurin skrivaði m.a. soleiðis um verkætlanina:
“Lendið er sera vælegnað til gróðurseting av eini munagóðari viðarlund, jørðild er djúpt (áskotsjørð frá bóltvøllinum) og gott, og lendið er væl avveitt og væl dánað. “
“Gróðurseting av eini viðarlund á hesum staðnum fer í framtíðini at føra við sær, at uttandura brúksvirðið av ítróttarøkinum fer at økjast munandi, so hvørt sum betur lívd kemur á staðið orsakað av trøunum. Samlaða lendið er stórt, soleiðis at møguleikar eru fyri at víðka munandi um viðarlundina við seinni høvi. “

Á heysti 2015 verður byrjað at gróðurseta tær fyrstu 1000 planturnar, ið verða harðfør, skjótvaksandi trø og runnar. Eftir ætlanini verður tað ein blandingur av Sitkaelri, Alaskapíli og Balsamøsp, umframt Kaprifolia og Fuchsia. Eisini verður roynt at planta Sitkagrann.

Næsta ár er tað ætlanin at halda áfram, og m.a. at planta Kontortafura og berberandi runnar og trø, so sum Berberis og Alpuroynir.

Heinta kort í A3-stødd: Viðarlund við Stóra (PDF, 439KB)



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn