FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


29-04-2016

Námsfrøðingur til farloyvisstarv á dagstovnaøkinum hjá Tvøroyrar Kommunu

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til dagstovnaøkið 30 tímar um vikuna til tíðaravmarkað starv frá 1. august 2016 til 31. mars 2017. Arbeiðsstaðurin verður í høvuðsheitum í útibarnagarðinum Sóljuni, men viðkomandi, ið settur verður, skal eisini kunna flytast innanfyri dagstovnaøkið.

Stovnslýsing:
Dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu fevnir um  eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur, ein útibarnagarð og ein frítíðarskúla. Sóljan er ein barnagarðsstova fyri tey elstu børnini, ein útibarnagarður. Eftir summarfrítíðina verða 31 børn og 5 starvsfólk í Sóljuni, ið húsast í hølunum undir skúlanum í Trongisvági. Stovnurin liggur væl fyri, beint við ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin við Stórá og náttúran er rundan um okkum.

Vit bjóða tær eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har námsfrøðin er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum.

Vit vænta av tær, at tú:

brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum

-          hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum

-          at tær dámar at vera úti allar árstíðir og í øllum veðri, tí náttúran er ein stórur partur av gerandisdegnum í Sóljuni

-          hevur hugflog og dugir at nýta náttúruna sum arbeiðsamboð

-          kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

-          hevur góð samstarvsevnir  við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar

-          vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum

-          virðir ymisleikan hjá tí einstaka barninum og starvsfelaganum

-          dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum

-          sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum

Løn:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Kari Petersen á tlf. 218737.

Umsókn:

Umsóknir saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Dagstovnaøkið í Tvøroyrar Kommunu

Att.: Kari Petersen

Smærugøta 8

826 Trongisvágur

ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu tær vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 13. mai kl. 12.00.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn