FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


06-06-2016

Búmerki til Ítróttardepilin við Stórá

 
Tíðliga í ár skipaði Tvøroyrar Kommuna fyri búmerkjakapping fyri Ítróttardepilin við Stórá.
 
Ynskiligt var at fáa eitt búmerki, ið er savnandi og lýsir, at talan er um eitt ítróttarøki.
 
Tá freistin at lata uppskot inn var úti, høvdu 5 uppskotsstillarir latið íalt 12 uppskot til búmerki inn.
 
Hesi vóru síðan løgd fyri dómsnevndina, sum á fundi hin 18.03.2016 valdi besta uppskotið.
Vinnarin av kappingini og vinnandi búmerkið vóru avdúkaði á móttøku í hølunum við Stórá týskvøldið 31.05.2016, og vinnarin gjørdist Arni Johansen.
 
Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini segði nøkur orð og handaði Arna gávu og blómur.
Dómsnevndin metti, at vinnandi uppskotið við einklum linjum lýsir ánna og landslagið kring økið.
Samstundis lýsir ringurin bólt og felagsskap, ið er á økinum.
 
Navnið " Ítróttardepilin við Stórá " fellur natúrligt inn í búmerkið. Búmerkið hevur fáir litir, sum tó lýsa væl innihaldið í kappingini.
 
Eitt einkult uppskot, sum væl kann nýtast til brævhøvd, nálir, brosjir v.m. Tvøroyrar Kommuna takkar fyri innkomnu uppskotini og ynskir Arna Johansen hjartaliga tillukku.
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn