FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


18-07-2016

Henrik Weihe Joensen kommunustjóri

Í sambandi við, at núverandi kommunustjóri hjá Tvøroyrar Kommunu, Jónleyg J. Bech fer í farloyvi, søkti kommunan herfyri eftir kommunustjóra tíðaravmarkað í eitt ár. 8 umsóknir komu inn til starvið, og býráðið samtykti á fundi týsdagin at seta Henrik Weihe Joensen í starvið fram til 1. august 2017.

 

Henrik Weihe Joensen er 47 ár, giftur og eigur 3 børn. Henrik er útbúgving løgfrøðingur og hevur eisini ein MA í almennari leiðslu. Henrik hevur viðkomandi leiðsluroyndir frá Tilbúgvingarstovni Føroya og MRCC/Tórshavn Radio, umframt at hann hevur starvast eitt tíðarskeið hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Henrik hevur seinastu tíðina starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi innan trygd, verju, tilbúgving og løgfrøði. Henrik byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. august.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn