FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


19-10-2016

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar Kommunu

Námsfrøðingur í tíðaravmarkað starv til dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar Kommunu

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til dagstovnaøkið 20 tímar um vikuna í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast til ber, til og við 30. juni 2017. Arbeiðsstaðurin verður í høvuðsheitinum í útibarnagarðinum Sóljuni, men viðkomandi, ið settur verður, skal eisini kunna flytast innanfyri dagstovnaøkið.

Stovnslýsing:

Dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu fevnir um  eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur, ein útibarnagarð og ein frítíðarskúla. Sóljan er ein barnagarðsstova fyri tey elstu børnini - ein útibarnagarður. 33 børn og 5 starvsfólk eru í Sóljuni og tey húsast í hølunum undir skúlanum í Trongisvági. Stovnurin liggur væl fyri, beint við ítróttarhøll og fótbóltsvøllin við Stórá og náttúran er nærmasti granni.

Vit bjóða tær eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss, har námsfrøðin er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum.

Vit vænta av tær, at tú:

-brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
-hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
-at tær dámar at vera úti allar árstíðir og í øllum veðri, tí náttúran er ein stórur partur av gerandisdegnum í Sóljuni.
-hevur hugflog og dugir at nýta náttúruna sum arbeiðsamboð.     
-kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
-hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
-vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymiskleika.
-dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
-sært avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.

Løn:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett. Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsókn:

Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnaøkið í Tvøroyrar Kommunu

Att.: Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu tær vera okkum í hendi, í seinasta lagi fríggjadagin 4. nov kl. 12.00.
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn