FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


19-07-2017

Tveir námsfrøðingar til dagstovnin hjá Tvøroyrar Kommunu.

 

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, í tíðaravmarkað starv, til dagstovnin hjá Tvøroyrar Kommunu:

1 námsfrøðing 30 tímar um vikuna, frá 21. august 2017, ella eftir nærri avtalu, og til 31. juli 2018

1 námsfrøðing 25 tímar frá 21. august 2017, ella eftir nærri avtalu, og til 30. juni 2018.

Stovnslýsing:

Dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu fevnir um eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur, ein útibarnagarð og ein frítíðarskúla. Stovnurin liggur væl fyri, beint við Ítróttarhøll í Trongisvági og fótbóltsvøllin við Stórá - náttúran er nærmasti granni.

Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum.

Vit vænta av tær, at tú:

-          brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.

-          kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.

-          hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

-          dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.

-          kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.

-          hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar yrkisbólkar

-          vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleikar

-          sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.

Løn:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verður hjálparfólk sett. Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnin Mýrifípan

Att: Kari Petersen

Smærugøta 8

826 Trongisvágur

ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu tær vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 8. August, 2017, kl. 12.00.






, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn