FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


20-07-2017

Støðan viðvíkjandi drekkivatninum

Tvøroyrar kommuna hevur mælt til at drekkivatnið í kommuni skal kókast.

 
Tilmælið er grundað lutvíst á vatnroyndir,  ið ávísa bakteriur í vatninum,  lutvíst á fyrivarnisregluna har illgruni um bakteriur er nokk til at kommunan má kunngera tilmælið. Hetta er treytin landsmyndugleikar seta til eina góðkenda kommunala vatnveiting.

 

Tá kókitilmælið er kunngjørt fer kommunan undir eina fasta og góðkenda mannagongd,  ið verður eftirmett og kannað av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni saman við kommununi.
 

Ábendingar eru um at ein ein partur av óreinsaðum vatni er komið inn í skipanina. Tì eru hesi tiltøk sett í verk:

 

1, Reinsiskipanin á Rananum er eftirkannað og virkar sum hon skal.

2. Alt vatnið í goymslubrunnunum er skift út.

3. Sløkkiliðsmenn hava opnað allar brandpostar (ca. 100 í tali) fyri at skifta vatnið út í leiðingunum.

4. Nýggjar innanhýsis royndir eru tiknar í dag og geva svar aftaná 24/48 tímar.

5. Nýggjar royndir til biologiska kanningarstovu verða tiknar í morgin  kl 10.00 og geva tá svar um 24/48 tímar

6. Fríggjadagin 21/7 verður nýggj kunning send út.

 

Umframt hesi tiltøkini eru longu nú aðrar innanhýsis royndir tiknar fyri at meta um hvat skal gerast um áðurnevndu tiltøk ikki virka eftir ætlan.





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn