FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


20-09-2017

Starvsfólk til køkin í barnagarðinum Mýrifípan - endurlýsing

ENDURLÝSING
Starvsfólk til køkin í barnagarðinum Mýrifípan.

Barnagarðurin Mýrifípan á Tvøroyri søkir eftir starvsfólki at arbeiða í køkinum 10 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávurnar eru at keypa inn, gera mat til børnini, vaska upp á middegi og gera millummála seinnapartin, 2 dagar um vikuna. ...
Stovnslýsing:
Barnagarðurin Mýrifípan fevnir um eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur. Tað eru 52 børn á stovnunum.
Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum.
Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur áhuga/royndir at gera mat til børn.
• Er kreativ/ur og nýhugsandi.
• Er opin fyri broytingum.
• Kann hava børnini við í matgerðini.
• Er ágrýtin, nærløgd/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur góð samstarvsevnir.
Løn:
Lønin er smb. Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.
Umsókn, saman við revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:
Barnagarðin Mýrifípan
Att: Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skal vera okkum í hendi, í seinasta lagi ónsdagin 4. oktober, 2017, kl.12.00.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn