FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


14-12-2017

Vitjanartænastan borið faldara út

Seinastu dagarnir hava borgarar í Tvøroyrar Kommunu varnast ein faldara í postkassanum. Snøggi faldarin er frá Vitjanartænastuni hjá Tvøroyrar Kommunu. Tænastan er vorðin til í samstarvi við Reyða Kross Føroyar og er endamálið at veita eldri borgarum, ið hava tørv á tí, at fáa vitjan regluliga. 

Í faldaranum finst øll neyðug kunning um vitjanartænastuna. Tvøroyrar Kommuna vónar at undirtøkan verður góð og at borgararnir taka væl ímóti tilboðnum.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn