FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


26-07-2018

Hugskotskappingin um Roykstovuna/Faktorhúsið

Á mentanarnáttini 20. Juli 2018, kundi borgarstjórin, Kristin Michelsen, avdúka hvør var komin við teimum trimum bestu hugskotunum um framtíðar nýtslu av Roykstovuni/Faktorhúsinum hjá Thomsen.

Mong áhugaverd uppskot komu inn, men til høvið samansetta panelið kom ásamt um, hvat tey mettu var best.

Fyrsta virðisløn og 6.000 kr, varð latin arbeiðsbólkinum fyri Tvøroyrar Fornminnisfelag og Brim Arkitektum. Onnur virðisløn, og 4.000 kr,varð latin Siri Andreasen og triðja virðisløn, 2.000 kr, varð latin Róki Tummasarson. Saman við peningagávuni, fylgdi eisini eitt heiðursbræv.

Uppskotini vórðu handaði í mentanartjaldinum og her í greinini ber til at síggja tey.

Tvøroyrar Kommuna ynskir fólkunum handan bestu hugskotini hjartaliga til lukku og takkar teimum, eins og øllum hinum, ið sendu uppskot inn, fyri teirra íkast til hugskotskappingina.

Hugskotini kunnu síggjast her:
 
1. Virðisløn (PDF 2,6 MB)
 
2. Virðisløn (PDF 1,1 MB)
 
3. Virðisløn (PDF 415 kb MB)
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn