FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


27-07-2018

Mentanarnáttin 2018 sera væl eydnað

Mentanarnáttin á Tvøroyri 2018 er nú farin afturum. Fyrireikingarnar byrjaðu longu í fjør og arbeitt hevur miðvíst verið við at fáa eina líkinda skrá upp at standa. Nógvir fundir hava verið hildnir, nógvir teldupostar sendir og óteljandi telefonsamrøður hava verið ein partur av tilgongdini.

Syrgiliga støðan hin 6. juli gjørdi, at mentanarnáttin bleiv útsett til 20. Juli og tað vóru tí nakrir spentir fyrireikarir, ið sóu fram til dagin. Dagin fyri, hin 19. Juni, regnaði av grimd, men veðurforsøgnirnar søgdu hvør sum ein, at fríggjadagurin skuldi verða góður. Føroyingar vita tó, at einki er vist tá tað kemur til veður og vind í Føroyum – tí var gleðin alstór, tá tað gjørdist okkum greitt, at veðrið vísti seg frá sínu bestu síðu.

Í fagrasta veðri, henda lýggja summardag, varð mentanarnáttin 2018 sett í gongd. Miðbýurin var á tremur av tiltøkum og longu frá byrjan av var nógv fólk at síggja í býnum. Tónleikur, barnatiltøk, fyrilestrar, matur og mangt annað var at finna í rúgvismiklu skránni.

Sum fyrireikari hevur tú tað best, tá tað tú hevur arbeitt við leingi, vísir seg at rigga. Mentanarnáttin var eitt dømi um eitt tiltak, har alt gekk upp í eina hægri eind. Sjálvandi verður ein ørgrynna av avtalum gjørd til slíkt tiltak og er tað tí altíð við piprandi hjarta, at fyrireikararnir ganga klárir við telefonini, tí nógv ting eru at minnast til hjá øllum pørtum.

Hjá fyrireikarunum var tað tí ein frægd at síggja, at mentanarnáttin er í góðum hondum. Allir íblandaðir partar loystu sína uppgávu til UG. Tílíkt tiltak krevur nógv, skal tað gerast áhugavert hjá øðrum enn okkum lokalu og tað var sjón fyri søgn fríggjadagin hin 20. Juli, at ikki bara tvørafólk, men eisini suðuroyingar og føroyingar sum heild, hava fingið eyguni upp fyri býi okkara og tí, ið vit kunnu bjóða. Stuttligt var eisini at síggja útlendsk ferðafólk royna at syngja við til væl umtókta felagssangin í miðbýnum.

Mentanarnáttin á Tvøroyri er komin fyri at vera og Tvøroyrar Kommuna takkar øllum, ið hava hjálpt til, so ella so, fyri ein megnar innsats. Takkað verður eisini  fyri sýnda áhugan og góðu undirtøkuna til mongu tiltøkuni, ið vóru fyriskipaði.

Tvøroyrar Kommuna




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn