FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


09-08-2018

Reingerðarfólk til barnagarðin Mýrifípan

Søkt verður eftir reingerðarfólki til barnagarðin í Tvøroyrar Kommunu. 
 
Starvið er 15 tímar um vikuna at seta skjótast til ber. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag, eftir kl. 17.00.
Dagstovnurin Mýrifípan fevnir um eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur. 
 
Vit vænta av tær at tú er:
álítandi.
hevur viðkomandi starvsroyndir.
likamliga væl fyri.
kann arbeiða sjálvstøðugt.
 
Lønin er smb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya arbeiðarafelag.                           
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.
 
Umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til:
Dagstovnin Mýrifípan
Smærugøta 8 
826 Trongisvágur
ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skal vera okkum í hendi, seinast 27. august 2018 kl. 12.00.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn