FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


06-09-2018

Ferðavinnuskeið á kvøldskúlanum

Skeiðið er ein innføring í ferðavinnuna og gevur luttakarum eina góða fatan av ymisku tættunum í ferðavinnuni og amboð at virka við egnari fyritøku og saman við øðrum.

M.a. verður undirvíst í íverksetan - hvussu stovnar tú eina fyritøku, hvat krevst av førleikum, og hvussu finnur tú fram til førleikarnar, tú ikki sjálv/ur hevur. Hvat er upplivingarvinna, hvussu samskiftir tú í hesi vinnu, og hvørjir aðrir aktørar eru, sum kunnu hava týdning fyri teg.

Hvussu mennir tú eina tænastu, sum kundin ynskir, hvussu prísásetir tú hana, hvussu virkar marknaðurin og hvussu verður tín vøra sjónlig á honum.

Skeiðið byrjar við einum stuttum innleiðsluskeiði í enskum máli.
Grundgevingin fyri at tað enska verður tikið upp í skeiðið er, at luttakarar á skeiðnum, skulu fáa betri førleikar at samskifta við ferðafólk, duga betri at orða seg á enskum – eisini í marknaðarføringini í egnari fyritøku.

Undirvísarar í ferðavinnuskeiðnum: Sveinur Tróndarson, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann og Ingibjørg Berg.

Undirvísari í enskum: Barbara Vest, kandidatur í enskum.

Stað: Í fólkaskúlanum á Tvøroyri og møguliga Hovs skúla. (Nærri kunning eftir tilmeldingina)

Nær/tíðarskeið:

Parturin í enskum verður fyrstuferð: mánadagin 17.september kl.19.00-21.00. Síðani verður tað mikudagin 26.sept. kl.16.00 – 20.00 og mikudagin 3.okt. kl.16.00-20.00.
(samanlagt 10 tímar undirvísing í enskum máli)

Restin av skeiðnum verður 5 hóskvøld í oktobur og novembur. Fyrstu ferð 11.oktobur. Nærri boð verða um staðseting o.a.

Luttøka: Skeiðið er treytað av 12 luttakarum.

Kostnaður: 3.995 kr.-

Tilmelding: Tilmeldingin fer fram á tilmeldingar – og gjaldskipanini á leinkjuni niðanfyri:

https://tvk.atgongumerki.fo/webshop/event/732407/order/info

Tað ber nú til at melda seg til.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn