Søkt verður eftir einum dugnaligum dagrøktara til ansingarøkið hjá Tvøroyrar kommunu at byrja skjótast gjørligt
Um starvið
Førleikakrøv
· At tú hevur góðar umstøður, at ansa børnum bæði inni og uttanfyri.
· At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
· At tú vísir virðing fyri børnunum, foreldrum og starvsfeløgum.
· At tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
· At tú ert tolin og vísur umsorgan.
· At tú megnar at geva børnunum ein mennandi og áhugaverdan gerandisdag.
· At tú dugir at síggja møguleikar heldur enn forðingar.
· At tú megnar at lesa og viðgerða námsfrøðiligt tilfar
· At tú hevur eitt roykfrítt og allergivinarligt heim.
Vit bjóða
Eitt sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, við góðum lønar- og setanarviðurskiftum.
· Eitt áhugavert og lívsjáttandi starv, har tú í stóran mun leggur arbeiðsdagin til rættis.
· Arbeiði í egnum heimi.
· Góðar starvsfelagar.
· Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og starvsfólk.
· Vit kunnu bjóða tær eitt starv, í tryggum og góðum arbeiðsumstøðum og gera vit okkara til, at øll trívast í tí dagliga.
· Sum dagrøktari hevur tú tætt samstarv við foreldur, leiðslu og námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Tvøroyrar Kommunu.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Tvøroyrar Kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Umsóknin saman við møguligum prógvum og viðmælum, umframt revsuváttan, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26.09.2018, kl 12.00
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Marit Poulsdóttir á tlf: 281339 / 611087
Umsóknin skal sendast via post ella teldupost til:
Tvøroyrar Kommunu
Dagrøktarskipanin
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Stílað Marit Poulsdóttir, dagrøktarleiðara
Ella við telduposti til marit@tvoroyri.fo