FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


19-11-2018

Skattalistin 2017

Skattalistin 2017 fyri Tvøroyrar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá týsdegi 27. november til og við týsdagin 11. desembur 2018.
 
Skrivstovan er opin:
Mánadag – Tórsdag kl. 8.00-16.00
Fríggjadag kl. 8.00-15.00
 
Hvørt ár verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi - bæði einstaklingum og fyritøkum - lagdur fram til alment eftirlit.
 
Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er røtt, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.
 
Tvøroyrar kommuna



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn