Søkt verður eftir einum dugnaligum dagrøktara til ansingarøkið hjá Tvøroyrar kommunu at byrja skjótast gjørligt
Um starvið
Sum dagrøktari ansar tú børnum í egnum heimi. Uppgávan er at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag, við t.d at stimbra teirra hugflog og menna teirra sosialu førleikar ígøgnum spæl og samspæl við onnur. Vit leggja stóran dent á tað rørsluliga í tí dagliga, tí tað er har grundarsteinurin fyri menning verður lagdur.
Førleikakrøv
Vit leggja stóran dent á teir persónligu eginleikarnar hjá tí sum settur verður sum dagrøktari. Tú skalt hava hegni og hugflog at arbeiða við menningini hjá tí einstaka barninum, sum skal byggjast á heildarfatanina hjá barninum, har umsorgan, spæl og mentan eru ein heild.
Vit bjóða
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Tvøroyrar Kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Umsóknin saman við møguligum prógvum og viðmælum, umframt revsuváttan, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14.12.2018, kl 12.00
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Marit Poulsdóttir á tlf: 281339 / 611087
Umsóknarfreist: Fríggjadagin tann 14.12.2018
Tvøroyrar Kommunu
Dagrøktarskipanin
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Stílað Marit Poulsdóttir, dagrøktarleiðara
Ella við telduposti til marit@tvoroyri.fo