FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


08-02-2019

Sport 24 í nýggjum hami

Ítróttarhandilin miðskeiðis á Tvøroyri, Sport 24, ger nú umfatandi broytingar í handlinum, ið varð tikin í nýtslu á fyrsta sinni í 2010.

Hans Pauli Ziska Jacobsen, ið rekur handlarnir í Klaksvík, Hoyvík og á Tvøroyri, er komin suður og er farin í gongd við at bróta veggir niður og at broyta ymiskt. Hans Pauli sigur, at tá arbeiðið er liðugt, vónandi einaferð móti endanum av mars, so fer handilsøkið at fevna um uml. 180 fermetrar í mun til teir 100 fermetrarnar í dag.

Nýtt loft skal gerast, nýggj ljós setast upp og nýtt teppi skal eisini leggjast á gólvið. Hans Pauli sigur, at orsøkin til broytingarnar fyrst og fremst er tann, at hølið hevur verið heldur trongligt og við broytingunum verður høgligari hjá fólki at koma inn - tú sært betur hvat er at bjóða uppá.

Hans Pauli sigur, at sølan hevur verið sera góð hjá teimum. Ov tíðliga er at siga enn, um tað hevur ávirkað søluna at fleiri arbeiðspláss eru komin í býnum og í oynni sum heild.

“Tá arbeiðið er liðugt, so verður stongt nakrar dagar, soleiðis at alt kann verða sett uppá pláss”, sigur eigarin. Hann sigur eisini, at tá tað letur upp aftur, so verður okkurt tiltak á staðnum.

Gleðiligt er at síggja, at handilslívið trívist væl í býnum. Seinasta árið hava vit fingið nýggja kafé og nýggjar handlar á Tvøroyri, og er tað at fegnast um, at tilboðini leggjast afturat.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn