FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


11-03-2015

Starvsfólk til ungdómshúsið á Tvøroyri

Til ungdómshúsið á Tvøroyri verður søkt eftir einum fólki at arbeiða 25 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar verða, í høvuðsheitinum, seinnapartar og kvøld. Húsið hevur opið 3 gerandisdagar um vikuna, harafturat verða tiltøk av og á í vikuskiftinum.
Tað eru børn frá 3.-7.flokk, sum eru í húsinum fyrra partin av degnum aftaná skúlatíð, og ung frá 8.flokki og upp til 18 ár seinna partin av degnum og út á kvøldið.
Ungdómshúsið ella Pakkhús 4 sum tad eisini verdur kallað, er staðið har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr.
Starvsfólkið skal tí, saman við leiðaranum, ganga hesum avbjóðingum á møti, og:
  • hava áhuga og vera opin fyri einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • dáma væl at arbeiða við børnum og ungum, skapa tryggleika hjá brúkarunum, og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta
 
Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:
  • eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
  • ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi
  • løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeidsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.
Skrivlig umsókn, við møguligum prógvum og viðmælum, kann sendast til: Anna Malena Gilstón, Sosiala deild, Tvøroyrar kommuna, Postboks 80 ella til amg@tvoroyri.fo, mrk. Starvsfólk til PH4, og skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi t. 27. mars 2015 kl. 12.00.
Um ivamál ella spurningar eru, vinarliga setið tykkum í samband við Pól Arna Holm á tlf. 281885.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn