FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-05-2019

Kassabilakoyringin nærkast – tilmeldingarfreistin longd til 24. mai

Stuttliga kassabilakoyringin á mentanarnáttini á Tvøroyri, hin 31. mai, nærkast nú av álvara. Vit hava gjørt av at leingja tilmeldingarfreistina til fríggjadagin hin 24. mai kl. 12:00.

Vit hava fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, um aldursmarkið á 7-12 ár. Nøkur foreldur eiga børn beint undir aldursmarkinum, tí hava  vit gjørt av, at vit umrøða hvørja einstaka tilmelding við foreldrini, um so er at tey ynskja at melda barn teirra til.

Tiltakið fer av bakkastokki kl. 18:00 og koyrt verður frá økinum við Sólmiðstøðina og út til Sjúkrahúsbrekkuna. MC-treff verður eisini á økinum við spæliplássið.

Meldast kann til kappingina á bn@tvoroyri.fo ella við at ringja á tlf. 214614.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn