FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


16-09-2019

Vitjan úr Fólkatinginum í dag.

Ídag fær Tvøroyrar kommuna vitjan úr danska Fólkatinginum. Ferðalagið telur 16 fólk, endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir. Ferðalagið kemur suður við Smyrli, og fer til Vágs har vitja verður hjá Vágs kommuna.

Kl. 1415 byrja vitjanin á Tvøroyri, har Anita Vibergsdóttur varaborgarstjóri tekur ímóti og bjóðar vælkomin , síðan verður vitjað á Suðuroyar sjúkrahús,i har Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri, og Gunnbjørg Guttesen, varasjúkrahússtjóri vísa runt á sjúkrahúsinum.

Kl. 1450 vitjar ferðalagið Varðan Pelagic har Ólavur Bjarkhamar, framleiðsluleiðari tekur ímóti og vísir runt á virkinum.

Kl. 1600 verður siglt ein túr við Thorshavn hvar Frits Strøm tekur ímóti.

Kl. 1640 leggur Thorshavn til kei niðanfyri okkara stásiliga Mentunarhús, SALT, har Ólavur Rasmussen, stjóri. tekur ímóti og vísur runt í húsinum. Aftaná er Tvøroyrar kommuna vertur fyri einum døgurða.

Kl. 1820 við bussi frá SALT til Smyril, hvar ferðalagi fer til Havnar.

(Mynd: Leivur Nygaard)

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn