FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


01-04-2015

Leiðari til dagstovnaøkið í Tvøroyrar kommunu

  • Vil tú vera við til at menna framtíðar barnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu?
  • Vil tú vera við til at skapa ein reyðan tráð í lívinum hjá børnunum?
  • Megnar tú at skapa eitt gótt og trygt skifti frá vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og skúla?
  • Er tín tilgongd til menning og læring skapandi og uppsøkjandi?
 
So ert tú møguliga leiðarin, vit leita eftir til leiðarastarvið á dagstovnaøkinum hjá Tvøroyrar kommunu. 
 
Barnagarðurin og frítíðarskúlin skulu fyri fyrstu ferð hava ein felags leiðara frá sumri 2015.
 
Økið kemur soleiðis at umfata eina vøggustovu við 12 børnum, barnagarð við 40 børnum, ein útibarnagarð við uml. 20 til 30 børnum og ein frítíðarskúla við uml. 30 til 40 børnum.
 
Stovnurin liggur í einum naturvøkrum øki í Trongisvági, tætt við viðalundina.
 
Leiðarastarvið er 40 tímar um vikuna og umfatar starvsfólka- og námsfrøðiliga leiðslu. 
 
Sum leiðari av tveimum stovnum, sum skulu samansjóðast til ein stovn, er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við starvsfólkleiðslu.
 
Tað er eitt krav, at leiðarin hevur eina námsfrøðiliga útbúgving og at leiðarin brennur fyri barnaøkinum. 
Herumfram er tað ein fyrimunur um leiðarin:
 
Hevur leiðsluroyndir ella góð evnir innan leiðslu
Brennur fyri tí námsfrøðiliga økinum og  leiðslu
Er sjónligur, opin og álítandi
Hevur eitt framsøkið námsfrøðiligt støði
Er nýhugsandi í mun til námsfrøði og námsfrøðiliga leiðslu
Sær fyrimunir í ymiskleikanum hjá børnum, foreldrum og starvsfólki
Torir at taka leiðslu og hava eina sjónliga leiðslu
Hevur grundleggjandi KT førleikar 
Hevur royndir innan fíggjarstýring 
 
Starvið verður sett frá 1. Juli 2015. 
 
Løn samb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. 
 
Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Onnu Malenu Gilstón, sosialdeildarleiðari, á tlf. nr. 229085 ella teldupost amg@tvoroyri.fo
 
Umsóknir við cv og revsiváttan skulu sendast til:
Tvøroyrar kommunu
Postboks 80
800 Tvøroyri
 
ella til: tvoroyri@tvoroyri.fo
 
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 15. apríl 2015 kl. 12.00



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn