FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


24-09-2019

Á flot við M/S Thorshavn

Leygardagin 5. Oktober er heystmarknaður á Tvøroyri og langur leygardagur samstundis. Í tí sambandi verður farið ein túr á flot, við prýðiliga, gamla træskipinum Thorshavn.

Manningin tekur ímóti á Hvítanesbrúnni og viðrar, verður farið avstað uml. Kl. 10:00.  Umborð á Thorshavn er fiskireiðskapur til umleið 10 fólk og tí verður heitt á fólk um at hava egnan fiskireiðskap við, um tey vilja tryggja sær at sleppa og fiska sum longst.

Onkrar av fiskunum, ið vit vónandi fáa á húkin, taka vit niðan í tjaldið í miðbýnum, har hann verður hagreiddur. Vit verða aftur á Hvítanesi uml. Kl. 14:00. Heitt verður eisini á fólk, um at lata seg í eftir umstøðunum.

Túrurin er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku, tí Thorshavn tekur í mesta lagið uml. 30 fólk.

Boðast kann frá á bn@tvoroyri.fo ella á tlf. 214614




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn