FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


03-10-2019

Smakkroyndir á heystmarknaðinum

Smakkroyndir av forkunnugum, føroyskum mati leygardagin

Hevur tú roynt øðu, ella kanska igulker? Hevur tú roynt haru, lunda ella kanska skúgv? Hvussu við sild og makreli?

Alt hetta sleppur tú at royna leygardagin, á heystmarknaðinum í miðbýnum á Tvøroyri. Evnaríki, ungi kokkurin, Teitur Christensen, ið til dagliga er høvuðskokkur á Fútastovu í Havn, stendur fyri matgerðini og kunnu vit vænta okkum eitt heilt serligt upplivilsi.

Smakkroyndir frá Føroya Bjór og Dism, verða eisini at fáa frá kl. 13-16.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn