FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


04-10-2019

Heystmarknaður í morgin

Í morgin fer áður umrøddi, spennandi heystmarknaðurin av bakkastokki í miðbýnum á Tvøroyri. Arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu hava sett nógv nýtta tjaldið upp og Barbara frá Karl Jespersens blómuhandli, hevur hampað um borðini.

Inni í tjaldinum er mangt á skránni í morgin: Veltan av Sandi vitjar, við teirra føroysa grønmeti. Nanna Bjarnardóttir fer eisini at siga nøkur orð, um framleiðsluna hjá Veltuni. Lokala á Regninum, v. Elin Dimon Næs, er við og bjóðar fram ymiskt heimagjørt, eitt nú hondgjørd sápa og mangt annað. Eisini selur hon ymiskan taraúrdrátt frá Taravirkinum hjá Agnes Mols Mortensen. MBM Búrøkt verður á staðnum og hava tey alt, ið hevur við slakt at gera, at sýna fram. Tvøroyrar Bygda- og Sjósavn hevur eitt borð, har tey sýna fram ymiskt søguligt av Tvøroyri. Eitt nú er okkurt frá kolagrevstrinum í Rangabotni og okkurt, ið hevur verið nýtt í landbúnaðinum í Froðba, í gomlum døgum. Til høvið, hava vit eisini fingið nakað av koli, frá Roynds Kolasølu. Solby Kristiansdóttir verður í tjaldinum, við fyrstu skaldsøgu hennara – “Gloymdur” – og til ber at keypa hana og fáa hana signeraða. Oddbjørg Øster sýnir fram ymisk heimagjørd pløgg, ið hon eisini selur. Plantusølan á Tanganum er eisini við og hevur Sverri ymiskar runnar at bjóða. Frá kl. 13-16 bjóðar Føroya Bjór smakkroyndir av teirra væl umtóktu vørum.

Kl. 15:00 verður høvið at hoyra fantastiska kórið Xperiment, í tjaldinum. Vit hava áður umrøtt kórið her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5161&id=

Uml. kl. 16:00 fer Hartvig at fletta eitt lamb í teltinum. Her er eitt forkunnugt høvi hjá fólki at síggja hvussu seyður verður flettur.

Sum nakað heilt serligt, so hava vit fingið Teit Christensen, høvuðskokk á Fútastovu, til at bjóða fólki nakrar smakkroyndir av forkunnugum, føroyskum mati. Til ber at royna igulker, øðu, skúgv, haru, makrel, sild og annað, ið kønu hendurnar hjá Teiti hava tilvirkað. Afturvið ber eisini til at fáa smakkroyndir frá DISM, ið Erling Eidesgaard rekur.





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn