FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


22-11-2019

Jólakortini 2019

Herfyri kunngjørdi Tvøroyrar Kommuna, at fólk kundu senda myndir inn í samband við, at kommunan skuldi gera jólakort fyri 2019. Vinnandi myndatakarin fekk eitt heiðursbræv og 1000 kr. fyri ómakin. Vit fingu fitt av vøkrum myndum inn og takka vit øllum fyri sýnda áhugan.

Valið fall á eina vakra kvøldarmynd av Tvøroyrar Kirkju, ið Turið Vestergaard í Dali hevur tikið. Turið hevur seinastu mongu árini verið sera virkin við myndatólinum, hon hevur deilt nógvar av hesum á alnótini og hevur eitt sera gott eyga fyri at taka vakrar myndir. Á viðfestu myndini gevur borgarstjórin, Kristin Michelsen, Turið heiðursbrævið.

Tvøroyrar Kommuna takkar Turið fyri myndina og ynskir henni hjartaliga til lukku.


 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn