FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


03-12-2019

Úr Ljubljana til Tvøroyrar at hoyra Hamradun

Leygardagin 30. november var stórfingin útgávukonsert í SALT. Tað var bólkurin Hamradun, ið var á palli í samband við nýggju útgávu teirra, »Hetjuslóð«.

Millum áskoðararnar, í fullsettu hølunum, var Vesna Lokar úr Slovenia. Hon var komin allan vegin úr heimlandinum, bert fyri at hoyra Hamradun. Vesna hevur stóran alsk til Føroyar og føroyingar og fyri hana er Hamradun besta orkestrið. Ikki minst røddin á Pól Arna Holm.

Hon er nú farin heim aftur til Ljubljana, men vit hava sent henni nakrar spurningar, ið vit hava umsett til tey, ið hava hug til at lesa eitt sindur meira um vitjanina. 

Eg eiti Vesna Lokar og komi úr Slovenia. Eg eri búnaðarfrøðingur, við serfrøði í býflugum og hunangi og eg elski býflugur. Eg eri mamma og elski at ferðast og uppliva heimin, fólk og ymiskar mentanir. Seinnu árini eri eg vorðin bergtikin av Føroyum. Mær dámar at súkkla, ganga og at dansa. Eg elski bøkur og góðan tónleik. Eg búgvi mitt í heimsins vakrasta býi, Ljubljana. 

Hvussu ber til, at tú kom allan vegin úr Slovenia, til Tvøroyrar, bert fyri at hoyra Hamradun?Fyri nøkrum mánaðum síðan sá eg, at konsert skuldi verða í SALT, við einum av mínum yndisbólkum, Hamradun. Í byrjanini ætlaði eg ikki at fara, hóast eg væl kundi tonkt mær tað. Frástøðan frá heimlandinum, Slovenia, til Føroyrar er long og ikki bílig. Fyrst ætlaði eg bert at keypa fløguna, men so, í byrjanini av november, fór eg at hugsa um at veruleikagera mítt stóra ynski um at síggja Føroyar um veturin og gera tað samstundis, sum at eg kundi síggja Hamradun. So tað var mítt ynski um at hoyra Hamradun, at vera á konsertini í Salt og at síggja Føroyar um veturin, ið gjørdi at eg var til konsertina.

Tó havi eg hoyrt Hamradun áður - á Summarfestivalinum í Klaksvík í 2018 og 2019. Haldi, at eg má hava lurtað eftir fyrru fløguni hjá Hamradun minst 1000 ferðir.

Nær hoyrdu tú fyrstu ferð um Hamradun?Fyri trimum árum síðan, tá eg fyrireikaði meg til eina føroyaferð. Eg leitaði eftir kunning um føroyskan tónleik og fann fram til eina rúgvu av góðum tónleiki og tónleikarum. Tá hoyrdi eg fyri fyrstu ferð sangarin við ótrúligu røddini, Pól Arna Holm. Har fann eg útav nýggja orkestrinum hann var partur av, Hamradun, og eg elski samspælið millum fólka- og rokktónleik.

Hvat fangaði teg við Hamradun?

Tónleikastílurin. Samanspælið millum rokk- og fólkatónleik, kvæði og so framvegis. Eg dámi allar tónleikagreinirnar hvør fyri seg, men samansetingin er enn betur. Afturat kemur so røddin hjá Pól Arna.

 

Skilir tú nakað teir siga?

Okkurt, ja, men tað mesta skilji eg ikki. Tó, so »føli« eg teirra tónleik og tað er tað týdningarmesta.

Vit hoyrdu, at Hamradun hevði fingið at vita um tína vitjan. Hvussu tóku teir ímóti tær?

Eg haldi teir vóru jaliga bilsnir. Teir vóru sera fittir.

Tú fekk eina signeraða fløgu, er hon virðismikil fyri teg?

Tað er hon. Hon verður eitt deiligt minni um eina góða konsert við mínum yndisorkestri.

Hvussu dámar tær føroyska málið?

Eg havi havt ætlanir um at læra tað í eina tíð. Eg havi enntá gjørt fyrstu uppgávuna í tekstbókini, men so gav eg upp. Úttalan er ein stórur trupulleiki, um eingin hjálpir tær. Eg fari tó at halda fram við at læra. Fyri fýra árum síðan lærdi eg meg norskt. Munurin er sjálvandi stórur, serliga í mállæruni. Tó, so hjálpir tað mær, at eg kenni eitt sindur av norskum, tá eg lesi stytri tekstir.

Er nakar líkleiki millum slovenskt og føroyskt?

Bert ein – slovenar benda eisini. Seks bendingar enntá. Ymiskt fyri kall-, kvenn- og hvørkikyn. Annars er eingin líkleiki. 

Hevur tú verið í Føroyum áður?

Ja, fyrstu ferð var fyri 30 árum síðan. Eg ferðaðist í Noregi við einum vini og ein dagin uppdagaðu vit eitt sera gott tilboð uppá 7 dagar í Føroyum. Norrøna sigldi úr Bergen tá. So vit gjørdu av at fara. Eg kendi einki til Føroyar tá. Eg kom so aftur fyri fýra árum síðan og nú komi eg á hvørjum ári. Munurin á Føroyum tá og nú, er øgiligur. Tá vóru næstan eingir tunlar og býirnir og bygdirnar vóru minni. Tó er okkurt, ið er eins og fyri 30 árum síðan, og tað er blíðskapurin hjá føroyingum.. og ein rúgva av seyði!

Nú tú hevur vitjað býin, hvussu dámar tær so her?

Eg havi verið á Tvøroyri áður. Haðani havi eg gjørt nógvar túrar( m.a. til Hvalbiar og Fámjins) og Hvannhagi er mín favorittur. Har sá eg vatnið, ið prýddi fyrstu fløguna hjá Hamradun. Mítt yndisstað er Froðba og basaltstabbarnir við Kulugjógv. Eg vitjið altíð har tá eg kann. Nú havi eg funnið enn ein náttúrugimstein – Froðbiarnakkur. Eg fór niðan á fjallatoppin fríggjadagin og útsýnið til hinar oyggjarnar er einastandandi. Hóast tað var sera kalt.

Hvat dámar tær best við Føroyum?

Fólkið og náttúruna.

Fert tú at vitja Tvøroyri aftur?

Avgjørt. Kanska nøkur ikki dáma mítt svar, men eg dámi so væl her, tí at her er ikki so nógv ferðafólk sum á øðrum, kendum støðum.

 

 
 
 
 
 
 
 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn