FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


07-01-2020

Donsk innrás á Tvøroyri

Fólkayvirlitið í Tvøroyrar Kommunu fær javnan áheitanir um flytingar til kommununa, men tað er ikki á hvørjum degi, at tríggir ungir danir flyta til kommununa.

Í gjár komu teir 3 donsku fótbóltsleikararnir, ið Betri-liðið hjá TB hevur skrivað sáttmála við, fyri kappingarárið 2020, so á gátt og skrásettu seg sum borgarar í Tvøroyrar Kommunu. Sebastian Kroner, Rasmus Møller og Frederik Mehder verða allir at síggja á vøllinum í ár og saman við teimum var nýggi venjarin, Michael Winther, ið er av týskum uppruna.

 
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, heilsaði uppá og bjóðaði teimum ein kaffimunn og okkurt afturvið.

Frá vinstru: Kristin Michelsen, borgarstjóri, Michael Winther, fótbóltsvenjari, Sebastian Kroner, Rasmus Møller og Frederik Mehder.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn