FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


13-01-2020

Dagføringar gjørdar á læknamiðstøðini og í skúlunum

Móti ársenda 2019, vórðu stórar ábøtur gjørdar á læknamiðstøðini og í lærarastovurnar í Tvøroyrar-  og Trongisvágs Skúla.

Læknamiðstøðin hevur trongt til eina bøtandi hond, í eina tíð og í fjør varð so skjøtil settur á tað arbeiðið. Arbeiðið er ikki liðugt enn, men fitt er komið av skafti. Nýtt gólv er lagt á í gonginum og bíðirúminum. Eina bíðirúmið er gjørt um til køk/spísihøli til starvsfólkið og har er alt gjørt av nýggjum. Hølini eru í dag ljós og innbjóðandi og er hetta ein liður í at fáa øll hølini í læknamiðstøðini dagførd.

Lærarastovan á Tvøroyri er so gott sum heilt nýggj og var hetta tiltrongt. Nýtt gólv er lagt á, nýggjur køkur er settur upp, lærararnir hava fingið egin skáp og alt inventar er skift út. Lærarastovan er í dag nútíðarhóskandi og ljós og litir geva eina heilt aðra uppliving av hølinum. Lærararnir lata sera væl at hølunum. Eisini í skúlanum í Trongisvági eru stórar ábøtur gjørdar. M.a. er nýggjur køkur settur upp.

Her síggjast fleiri myndir https://www.facebook.com/tvoroyri/
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn