FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


21-01-2020

Niels Juul heiðraður

Á hugnaligari samkomu í kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági í gjár, ið Tvøroyrar Kommuna og FSR skipaðu fyri, varð Niels Juul Akraberg Poulsen heiðraður fyri góðu úrslitini í DM í inniróðri, ið var um vikuskiftið.

Niels Juul varð úttikin til at umboða Føroyar í bólkinum U13 dreingir og gjørdi hann ikki mætari enn at vinna silvurheiðursmerki. Niels Juul róði 806 metrar uppá 3 minuttir og rakk hetta til eitt annaðpláss.

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, og Linn Augustinussen formaður í FSR bóru fram kvøðu, og handaðu Niels Juul  heiðursgávu.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Niels Juul hjartaliga til lukku við flotta avrikinum, við vón um, at tað framhaldandi fer at ganga honum væl, komandi árini. Eisini eitt til lukku til Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, ið Niels Juul umboðar, við vón um eitt gott kappingarár 2020.

 
(Mynd: Linn Augustinussen) 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn