FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


06-03-2020

Fleiri størv tøk í Tvøroyrar Kommunu

Spennandi tíðir eru fyri framman á Tvøroyri. Nú vit hava fingið nýggjan barnagarð og tað vísir seg at barnatalið veksur í stórum, er tørvur á námsfrøðingum til barnagarðin Mýrifípan. Eisini er tørvur á fólki til køkin. Søkt verður eftir 4 námsfrøðingum og starvslýsingin kann síggjast her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5250&id=8 Til nýggja køkin í barnagarðinum, verður eisini søkt eftir starvsfólki og sæst starvslýsingin her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5251&id=8 Freistin at søkja størvini í barnagarðinum, er sett til 16. mars.

Nú vit hava fingið eftirskúla í býin og Pól Arni Holm hevur tikið við róðrinum, er greitt, at neyðugt er við nýggjum leiðara til hugnaliga ungdómshúsið á Tvøroyri, Pakkhús 4, á havnalagnum. Hetta er staðið, har tey ungu koma saman at hugna sær eftir skúlatíð. Starvslýsingin sæst her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5249&id=8 og er freistin at søkja, úti hin 16. mars.

At enda er eisini eitt lærupláss tøkt í umsitingini hjá Tvøroyrar Kommunu. Arbeiðið sum skrivstovunæmingur fevnir um uppgávur, sum umsitingin hjá Tvøroyrar kommuna tekur sær av í breiðum høpi. Eitt nú innan bókhald, lønarviðurskifti, í móttøkuni og uppgávur við atliti til at skriva formlig brøv við avgerðum hjá kommununi og brúk av journal- og KT skipanum í tí sambandi. Freistin at søkja er sett til 16. mars og uppslagið sæst her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5248&id=8

(Mynd: Leivur Nygaard) 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn