FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<


10-03-2020

LEIÐARI FYRI KUNNINGARSTOVUNA Á TVØROYRI

Tvøroyrar kommuna skal hava nýggjan leiðara til Kunningarstovuna, nú verandi leiðarin ferð í barnsburðarfarloyvi í eitt ár.
 UM STARVIÐ
Kunningarstovan hevur ein týðandi leiklut at menna og upplýsa um ferðavinnumøguleikar í Tvøroyrar kommunu, og virkar henda tí í tøttum sambandi við ferðavinnuaktørar, mentanar-, handils- og vinnulívið á staðnum, og skal megna at síggja og vísa á marknaðarmøguleikar, seta dagsskrá fyri økið, kveikja og menna verandi og nýggjar møguleikar fyri ferðavinnu.
Nýggi leiðarin fær møguleikan at seta sín dám á og hava ávirkan á ferðavinnumenningina í økinum. Ferðavinnan er í stórum vøkstri, her er tí eisini ein serstakur møguleiki at vera við til at byggja eina spennandi vinnu upp og seta Tvøroyri á altjóða ferðavinnukortið.
Sum natúrligt snúningspunkt fyri virksemi í kommununi, skal Kunningarstovan støðugt fylgja við í, hvat er at uppliva og njóta, og leiðarin skal duga at síggja nýggjar møguleikar at menna, og á ymiskum miðlum upplýsa um hetta og gera kommununa sjónliga.
Ein partur av virkseminum hjá Kunningarstovuni er at samskipa tiltøk fyri kommununa, til dømis mentanarnáttina, jóansøku og jólatiltøk.
 
FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum.
Fyrimunur er við viðkomandi útbúgving og royndum innan ferðavinnuna og ferðavinnumenning, og vænta verður at leiðarin hevur góð evni at samskifta og at fáa boðskapin fram í viðkomandi miðlum.
Vit ynskja okkum ein leiðara, sum dugir at arbeiða strategiskt og halda framlítandi fokus, og sum hevur sjoneykuna á ferðavinnumenning og samstundis virkar við fíggjarligum skili og effektivari nýtslu av tilfeingi.
 
SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið er tíðaravmarkað í eitt ár, frá 1. mai 2020 til 30. apríl 2021.
Kunningarleiðarin vísir til kommunustjóran, og lønin og aðrar treytir eru sambært avvarðandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgervarafelagið og viðkomandi yrkisfelag.
UMSÓKN
Umsóknir til starvið skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi 14. apríl 2020 kl. 12.00. Og skulu saman við CV og viðkomandi prógvum sendast til teldupostadressu: frodi@tvoroyri.fo, viðmerk: “Leiðari fyri kunningarstovuna” á umsóknina.
SAMBAND OG UPPLÝSINGAR
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Fróða Mortensen, kommunustjóra, á tlf. 781122.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn