FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


25-08-2020

Tiltøk viðvíkjandi Koronavirus

Tvøroyrar kommuna tillagar tilmælini við. Corona Covid-19 sambært ásetingum og samtyktum frá løgmanni, heilsumálaráðnum, kommunufelagnum og landslæknanum.

Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu fylgir neyvt við, hvussu støðan broytist, og er til reiðar at fremja øll neyðug tiltøk, sum okkara heilsumyndugleikar mæla til, líka so skjótt sum boðini koma haðani.  

 

Tvøroyrar kommuna heitir samstundis á allar borgarar, um at akta boðini frá myndugleikunum, og at vísa tolsemi og samfelagssinni, og at halda seg við hús í tann mun tað er gjørligt, fyri at forða fyri evt. smittuspjaðing. Rátt verður øllum til, at hvør einstakur tekur ábyrgd og ger sítt til at minka um smittuvandan. Mælt verður til at fylgja tilmælunum um frástøðu frá fólki og at vaska/sprita hendur, og um í mest møguligan mun at halda seg heima. 


Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Landslæknanum og Heilsumálaráðnum og á https://corona.fo


Heilsumálaráðið hevur ráðgevingina um Korona-virusið á telefon nr. 734050 og teldupostadressu corona@hmr.fo. Har læknar svara møguligum fyrispurningum.  Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Sinnisbata til fólk sum stúra ella bera ótta.


Eisni verður heitt á borgarar í Tvøroyrar kommunu um at kunna seg um støðuna á heimasíðuni hjá kommununi, um serlig viðurskiftir, sum gera seg galdandi her á staðnum. her

 
 





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn