FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


24-03-2020

Matvøruhandlarnir opið sum vanligt - mangla ikki vøru

Matvøruhandlarnir í býnum hava opið sum vanligt og mangla ikki vøru

Altumfevnandi evnið fyri tíðina, er Korona-umfarssóttin, ið ger um seg kring allan heimin og nú eisini í Føroyum. Myndugleikarnir koma dagliga við tilmælum og áheitanum og fólk fylgja væl við seinastu hagtølunum, ið verða dagførd í sannari tíð (realtime).

Skjótt er kanska at gerast ørkymlaður og óttafullur hjá summum. Nøkur hava tí kent á sær, at farast má til handils at leggja vørur inn undir seg, hóast tað dagliga verður mint á, at handlarnir mangla ikki vørur.

Vit hava tí ringt til matvøruhandlarnir her í býnum, fyri at hoyra frá teimum hvussu støðan er.

Fyri tveimum árum síðan, lat matvøruhandilin Esla upp í hølunum har D.J. Hammer áður helt til. Laila A. Berg sigur, at har hjá teimum eru sjálvandi nakrar smávegis broytingar, men annars koyrir virksemið sum vanligt. Hon sigur, at tað í løtuni er nakað minni av viðskiftafólki inni í handlinum, men tað hevur so havt við sær, at útkoyringin er vaksin. Esla koyrir vørur út til viðskiftafólk og Laila sigur, at tey koyra út um alla oynna og tað hava tey gjørt stórt sæð síðan tey lótu upp. Hon sigur eisini, at fólk keypa kanska annaleiðis inn nú enn áður, men annars virða fólk tilmælini frá myndugleikunum og hamstra ikki. Tað var bert fyrsta dagin ella tveir, eftir at landsmyndugleikarnir av álvara settu tiltøk í verk, at fólk høvdu hug til at leggja inn undir seg. Laila sigur, at Esla manglar ikki vørur - tey fáa framvegis vørur og eingin orsøk er at keypa óneyðugt inn. Starvsfólkini vaska hendur og spritta regluliga í Esla og harafturat er handilin støðgaður at taka ímóti tómum fløskum, fyribils.

Í miðbýnum heldur marvøruhandilin Bónus til og er handilin vanliga eitt stað, har nógv ferðsla er aftur og fram. Elin Nolsøe, ið hevur starvast í handlinum í mong ár, sigur, at har er eisini ovmikið av vøru og veitingin til Bónus er støðug. Í Bónus eru einnýtishandskar tøkir til viðskiftafólk og við kassan hava starvsfólkini hondspritt, ið tey nýta regluliga. Elin sigur, at tíverri fáa tey ikki fatur á nóg mikið av spritti, soleiðis at tey eisini kundu havt standandi til viðskiftafólkini. Hon sigur, at sum heild virða fólk tilmælini sera væl – ávís frástøða verður hildin í handlinum, fólk koma ikki í bólkum og tað verður ikki hamstrað. Eins og í Esla, so sigur Elin, at tað vóru bert fyrstu tveir dagarnir eftir sjónvarpaðu tilmælini frá myndugleikunum, at fólk høvdu hug til at hamstra. Annars sigur Elin, at tað verður fylgt við gongdini í samfelagnum og verður neyðugt, verða nýggjar mannagongdir innførdar, skuldi tað verið neyðugt.

Í Trongisvági er tað FK Suðuroy, ið er matvøruskansin. Gert Levisen, leiðari, sigur, eins og Laila og Elin, at heldur ikki í FK er vørutrot. Hyllarnar eru fullar, eins og vanligt og vøra er ávegis alla tíðina. Í FK vaska starvsfólkini regluliga hendur og brúka hondspritt. Tórsdagin i síðstu viku var eitt lítið upplop millum fólk, ið fyltu innkeypsvognarnar, men hetta hevur lagt seg, sigur Gert. Annars eru fólk sera røsk til at halda frástøðu og tað er sera friðaligt í handlinum – fólk støðga ikki á og práta tað stóra, eins og tey kundu finna uppá áðrenn farsóttin fór at gera um seg. Gert sigur eisini, at hann heldur at suðuroyingar fara ikki so lætt í panikk, men hava lyndi til at taka tað róligt og hugsa seg um, í staðin fyri at leggja óneyðugt inn undir seg av vøru. FK koyrir vøru út til ávís, eldri viðskiftafólk, men hevur ikki umstøður til at seta størri útkoyringsvirksemi í gongd. Gert sigur annars, at kanska skuldu fólk umhugsað, at lata við at fara at keypa inn í flokki – latið til dømis børnini sita í bilinum, í staðin fyri at fara 4 fólk inn at keypa okkurt smávegis. Hetta minkar um smittuspjaðingina, bæði fyri ein sjálvan, men eisini fyri starvsfólkini.

Við hesum eru tíðindini um støðuna hjá matvøruhandlunum farin víðari – har er eingin undantaksstøða og fólk nýtast ikki at leggja óneyðugt inn undir seg av vøru. Somuleiðis vil Tvøroyrar kommuna heita á fólk um framhaldandi at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, ikki minst í matvøruhandlum okkara, ið eru so avgerandi í gerandisdegnum.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn