FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


24-03-2020

Earth-hour leygardagin 28. mars

Komandi leygardag hin 28. mars, verður sjóneykan vend móti umhvørvinum. Tá fer heimsumfatandi fyribrigdið “Earth-hour” av bakkastokki enn einaferð.

Átakið byrjaði í Sydney, í Avstralia, í 2007. Hugskotið aftanfyri, var at fáa heimsins íbúgvar at hugsa um umhvørvið og at sløkkja øll elektrisk ljós, ið ikki eru alneyðug, í ein tíma. Tað er heimsfelagsskapurin fyri náttúru, WWF, ið stendur fyri tiltakinum. Í dag eru sambært upplýsingunum á síðuni earthour.org yvir 180 lond og milliónir av menniskjum, ið hava tikið Earth Hour til sín.

Tvøroyrar kommuna hevur áður markerað dagin og gera vit tað eisini í ár. Tí verða ljósini sløkt í býnum, frá kl. 20:30 til kl. 21:30 og heitt verður á borgararnar í býnum, um at gera tað sama og at nýta høvið til at hugsavna seg um umhvørvið og náttúruna, ið vit øll vara av.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn