FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


25-03-2020

Kunning frá IRF

Innsavningin av hvítum og reyðum posum verður tikin uppaftur

 

Hvítu posarnir í norðaru helvt av Suðuroynni (Sandvík, Hvalba, Nes, Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur, Ørðavíkarlíð, Ørðavík og Fámjin) verða tiknir í morgin, hósdagin 26. mars.

 

Frá í næstu viku at rokna verður innsavningum av hvítum posum tikin uppaftur í øllum økinum hjá IRF. Innsavningin av reyðum posum verður eisini tikin uppaftur í næstu viku.

 

Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tiltøkunum niðanfyri:

·         Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.

·         Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.

·         Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.

·         Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.

·         Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega. 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn