Eftir at hava verið stongt í nakrar dagar, er gjørt av at lata ruskplássið undir Akurgerði upp aftur. Tó, so verður reglugerðin herd, fyri at verja starvsfólk hjá kommununi og IRF ímóti møguligari smittu.
Upplatingartíðirnar eru tær somu sum vanligt, men tikið verður einans móti burturkasti í afturlatnum posum ella sekkjum. Leyst rusk verður sostatt ikki móttikið, uttan tað er í posum/sekkjum
· * Snørið posarnar við bandi ella teypi.
· * Innihaldið skal kunna brennast og tískil ikki innihalda nakað, ið vanlige verður skilt frá.
· * Dømi um burturkast, ið ikki verður tikið ímóti, uttan tað er í posum/sekkjum: Timbur, byggitilfar, papp, ella nakað annað, ið skal handfarast og skiljast.
Upplatingartíðirnar kunnu síggjast her http://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=21
Tvøroyrar kommuna
Tekniska deild