FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


03-04-2020

IRF um innsavningina í páskavikuni - Suðuroy

Broytingar í innsavningini í páskavikuni - Suðuroy
 

Mánadagin, 6. apríl: Allir gráir húsarhaldsposar í norðaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir

Týsdagin 7. apríl: Allir gráir húsarhaldsposar í sunnaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir

Mikudagin 8. apríl: Allir hvítir posar í sunnaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir

 

 

Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tilmælunum niðanfyri:

-          Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.

-          Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.

-          Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.

-          Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.

-          Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn