FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


04-04-2020

Vártiltøk á Tvøroyri

Páskini standa fyri durðum og vanliga er tað ein hátíð, har fólk leita sær saman til hugna og gaman. Einki er tó sum tað plagar at vera, nú korona-umfarssóttin ger um seg kring allan heim – eisini her í Føroyum, har mælt verður fólki til at halda seg sum mest heima og ikki at savnast í størri bólkum.

Á Tvøroyri hava vit eitt ríkt mentanarlív, men í løtuni eru júst mentanarboðberar okkara teir, ið kanska eru allarmest ávirkaðir av støðuni vit eru í. Ikki minst eru tónleikararnir raktir, nú ein ørgrynna av mentanartiltøkum eru avlýst.

Hetta vilja vit gera nakað við og tí vilja vit bjóða tykkum til ein spennandi seinnapart á Seglloftinum, ónsdagin hin 8. apríl. Vit fara at stroyma beinleiðis frá tveimum tiltøkum, eitt fyri yngra ættarliðið og so einum tónleikatiltaki.

Frá kl. 18:30 fer Heidi Bech, saman við ommubørnum hennara, at vísa fram hugskot til eina fitta páskaheilsan, ið børn kunnu gera, til onkran tey eru góð við. Eftir tað fer Álvur Enni, ið hevur serstakar gávur sum søguforteljari, at siga eina søgu.

Kl. 20:00 er tað okkum ein fragd at kunna bjóða øllum til eina forkunnuga tónleikaløtu. Vit hava nevniliga fingið Blúsorkestrið at fara á pallin. Teir eru altíð væl svingandi, orkuríkir og festligir. Blúsorkestrið eru Davið Jacobsen, bass, Dennis Lave, trummur, Óli Holbæk Mortensen, guitar og Kristian Holbæk, munnharpa og vokal. Afturat sær hava teir fingið mr. Blues himself, Una Debess, at djamma við teimum. Lagt er upp til eina frálíka og svingandi tónleikaløtu, við framúr góðum blústónleiki.

Vit vilja gera okkara ítarsta fyri, at mynd og ljóð eru so góð sum gjørligt. Tá tiltakið nærkast, almannakunngera við leinkið til stroymingina.





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn