FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


04-04-2020

Rakul Mikkjalsdóttir røkir barnatannarøktina á Tvøroyri fyribils

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við Rakul Mikkjalsdóttir, um at hon røkir barnatannarøktina á Tvøroyri frá 1. apríl, og fyribils til 30 juni 2020, nú Rutt Jensen hevur forfall.

Allar vanligar kanningar og viðgerðir eru tó fyribils útsettar til eftir annan páskadag 2020, ella so leingið sum tilmælini frá føroysku heilsumyndugleikunum standa við, at fyribyrgja smittu av Covit-19 virus. Tí vera einans bráðfeingis og serviðgerðir veittar, ið krevja serligan tørv, og ikki kunna bíða.

Mett verður um bráðfeingis støður, og hond verður tikin um hesar í hvørjum einstøkum føri út frá fakligum sjónarmiði. Vegleiðing frá Tannlæknafelagnum  -Her

 
Mælt verður eisini viðskiftafólkið at kunna seg væl, og fylgja ásetigum frá heilsumynduleikunum  - Her

Um tørvur er á tannlæknaviðgerð ber til at ringja á tlf. 371216, har nærri boð vera givin.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn