FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


28-05-2020

Námsfrøðingar til Mýrifípuna og Frítíðarskúlan

Námsfrøðingar til barnagarðin Mýrifípan og frítíðarskúlan á Tvøroyri.

 

Søkt verður eftir 5 námsfrøðingum til barnagarðin Mýrifípan og frítíðarskúlan á Tvøroyri.

1 námsfrøðing 20 tímar, tíðaravmarkað starv, til frítíðarskúlan skúlaári 2020/2021.

1 námsfrøðing 25 tímar, tíðaravmarkað farloyvisstarv, til frítíðarskúlan skúlaári 2020/2021.

1 námsfrøðing 30 tímar, tíðaravmarkað starv , til barnagarðin, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, 1. juli 2020 ella eftir nærri avtalu og til 1. apríl 2021.

1 námsfrøðing 30 tímar, fast starv, í barnagarðin frá 1. august 2020.

1 námsfrøðing 30 tímar, fast starv, í barnagarðin frá 1. august 2020.

 

Stovnslýsing:

 

Stovnurin liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag.

Vit vænta av tær, at tú:

-          leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.

-          brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.

-          kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.

-          hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

-          dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.

-          kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.

-          hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.

-          vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.

-          sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.

-          hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

 

Løn:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarkað starv. Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til kari@tvoroyri.fo og skulu tær verða okkum í hendi, seinast mánadagin 8. juni 2020 kl. 12.00.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn