FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


10-07-2020

“Ung í Arbeiði” sjónlig í býarmyndini

Nú mánadagin byrjaði seinna toymið av “Ung í Arbeiði”. 16 ungdómar eru sera sjónligir í býarmyndini í løtuni. Jack Petersen, ið tekur sær av at fordeila arbeiðsmegina har tørvur á henni, hevur úr at gera við at fáa ymiskt fyrifallandi gjørt.

Nøkur av teimum ungu hava tikið sær av at fríðka um støðini, har runnar og trø eru plantað í býnum. Nøkur mála garðar og onnur hjálpa til við at sláa og raka saman í kirkjugørðunum. 3 kirkjugarðar eru í kommununi, harav bert tann eini er í brúk í dag.

Vit tóku nakrar myndir í góðveðrinum í gjár, meðan arbeiðið var í gongd. 

Fleiri mynfir eru at síggja á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu á Facebook, her:  https://www.facebook.com/tvoroyri
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn