FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


16-11-2020

Skattalistin fyri 2019 tøkur

Vísandi til Løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 193 frá 21. desember 2018, liggur skattalistin 2019 fyri Tvøroyrar kommunu frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá mánadegnum 16. november til og við mánadagin 30. november 2020.

Skattalistin liggur frammi til alment eftirlit í 11 yrkadagar, við upplýsingum um skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi - bæði einstaklingum og fyritøkum – Skattgjaldarin hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíkningin hjá sær sjálvum ella øðrum skattaborgara er bein.

Býráðsskrivstovan er opin:
Mánadag – Tórsdag kl. 9.00-15.00
Fríggjadag kl. 9.00-15.00



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn