FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


25-11-2020

Jólafyrireikingarnar í gongd

Í gjár vóru næmingarnir í 8. flokki á gátt hjá kommununi. Siðvenja er, at 8. flokkur hjálpir til, tá tey ymisku jólatiltøkini hjá kommununi skulu fyrireikast. Í gjár syrgdu tey ungu fyri, at pakkarnir, ið jólamenninir deila út, eru klárir.

Longu komandi vikuskiftið byrjar jólaskráin á Tvøroyri. Fríggjadagin 27. november hava handlarnir opið frá kl. 09:00 á morgni og til kl. 22:00 á kvøldið – tað er sokallaður “Black Friday” og nógv er gjørt burturúr. Handlarnir eru á tremur við góðum tilboðum og vakurt er pyntað í handilshølunum.

Kl. 17:00 verður jólatræið í Trongisvági tendrað og kl. 18:00 jólatræið í Froðba. Til bæði tiltøk vitjar Tvøroyrar Hornorkestur og til ber at fáa kaffi og gløgg frá Glasstovuni. Í Trongisvági heldur Viberg Sørensen røðu, meðan Jens Arni Hammerfoss tekur sær av røðuni í Froðba.

Sunnudagin 29. november kl. 14:00 verða dyrnar lætnar upp á Seglloftinum, fyri árliga, sera væl umtókta jólamarknaðinum. Heilt fram til kl. 21:00 ber til at keypa alskyns heimavirkaðar vørur, so sum klædnapløgg, jólapynt, góðgæti og mangt annað forkunnugt.

Kl. 17:00 verður stóra jólatræið í miðbýnum tendrað. Jónsvein Bech, prestur, heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir nøkur løg. Jólamenninir vitja, saman við sløkkiliðnum og børnini fáa pakkar. Bollar og kakao verður eisini at fáa.

GG! Nú árið 2020 gjørdist heilt serligt vegna korona-smittuvandanum, verða vit noydd til at taka nøkur atlit, í samsvar við almennu tilmælini. Mælt verðut til, at fólk halda frástøðu og ikki syngja við, tá hornorkestrið spælir. Tá pakkarnir verða deildir út, fyrigongur hetta á parkeringsøkinum við Bónus, har børnini verða deild upp í aldursbólkar. Á viðfesta korti sæst hvar alt fyrigongur og hvar ynskiligt er, at fólk seta bilin frá sær. Vegurin við økið, har jólahaldið fyrigongur, verður stongdur frá kl. 16:30 til uml. kl. 18:30.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn